Børn kunnu fáa heilaskaða av korona

Børn kunnu fáa heilaskaða av korona
Ein nýggj kanning vísir, at heilaskaði tekur seg upp hjá summum børnum, sum hava havt covid-19
 
11.07.2020 - 09:33

Børn eru ikki í vandabólki, tí tey verða vanliga milt ávirkað av korona. Men fyri børn kann korona hava nakrar fylgjur, sum gera skaða á heilan. Tað skrivar New York Post. 

Læknar í Bretlandi hava kannað 27 børn, sum hava havt korona, og teir hava funnið útav, at tað kann elva til tað, sum teir kalla "multisystem inflammatory syndrome".

Sjúkan minnur um Kawasaki syndrom, sum læknar eisini hava sett í samband við korona, men nýggja sjúkan er meira álvarslig, siga granskararnir. 

Børn fáa mild sjúkueyðkenni, tá tey hava korona, men seinni vísir tað seg, at fleiri og fleiri børn fáa nervasjúku og heilaskaða.

Hjá fýra av teimum 27 børnunum vóru týðiligir heilaskaðar. Tvey teirra vórðu útskrivað eftir at hava ligið á intensivu deild ein mánað, meðan hini bæði endaðu í koyristóli. 

Aðrar kanningar vísa eitt samband millum covid-19 og heilaskaðar, har sjúkueyðkennini eru ørilsi, høvuðpína, epilepsiherðindi, broytingar í hjartanum o.a.

Hetta er fyrstu ferð, at læknar síggja somu eyðkenni hjá børnum, sum hava havt korona. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519