Kanning: Kina og Russland gera føroyingar ótryggar

Kanning: Kina og Russland gera føroyingar ótryggar
Føroyingar kenna seg ótryggar við vaksandi ávirkanina hjá teimum báðum londunum á heimspolitikkin, kemur fram í nýggjari spurnarkanning
 
09.07.2020 - 20:13

Ein spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt, gevur greiðar ábendingar um, at føroyingar kenna seg ótryggar við vaksandi ávirkanina hjá Kina og Russlandi á heimspolitikkin.

Men kanningin gevur eisini ábendingar um, at føroyingar ikki eru so vinaliga sinnaðir mótvegis USA, sum teir hava verið fyrr, kemur fram í spurnarkanningini.

Næstan helvtin av føroyingum halda ikki, at USA skal vera okkara sameindi, tá tað ræður um verju- og trygdarpolitikk, sambært kanningini.

Ymiskar áskoðanir um forsetar

Tað kemur fram í kanningini, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi um støðuna hjá føroyingum til viðkomandi uttanríkis- og trygdarpolitiskar spurningar.

Ein av spurningunum í kanningini var, um USA skal vera okkara sameindi í verju- og trygdarpolitikki. 46,2 prosent av teimum spurdu søgdu nei. 34 prosent søgdu ja, og 19,8 prosent søgdu seg ikki vita.

Kanningin gevur eisini greiðar ábendingar um, at føroyingar broyta áskoðan um viðurskiftini millum Føroyar og USA, alt eftir hvør er amerikanskur forseti.

Stúra um ávirkanina á heimspolitikkin

Føroyingar tykjast eisini at vera stúrnir um ávirkanina, sum Russland og Kina hava á heimspolitikkin. 70,8 prosent av teimum spurdu halda, at føroyingar eiga at ansa sær fyri hesum báðum londunum.

70 prosent av teimum, sum vóru við í kanningini, halda, at føroyskir politikarar í stóran ella sera stóran mun eiga at taka trygdarpolitisk atlit, tá teir taka handilsligar og uttanríkispolitiskar avgerðir.

11,6 prosent av teimum spurdu í kanningini hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi halda, at tað eiga politikarnir í ongan ella minni mun at gera.

Vilja ikki vita av Huawei

Sambært kanningini hjá spyr.fo, taka føroyingar ikki undir við at fáa 5G-tøkni frá kinesiska telerisanum, Huawei, higar.

Spurd um, hvør eigur at veita 5G til Føroyar, svaraðu 36,4 prosent Ericsson og bara 14 prosent Huawei. 6,2 prosent svaraðu "Annar veitari", men 43,2 prosent søgdu seg ikki vita.

56 prosent: Nei til sendistovu

Tað tykist heldur ikki, sum um føroyingar eru so áhugaðir at fáa eina sendistovu í Ísrael. 56 prosent hava eina negativa ella sera negativa hugsan um hetta.

19,6 prosent hava eina positiva ella sera positiva hugsan um eina føroyska sendistovu í Ísrael, sambært spurnarkanningini, sum er gjørd.

Skal ein føroysk sendistova gerast í Ísrael, vilja tey flestu av teimum spurdu hava hana at vera í Tel-Aviv - 42,4 prosent. 19,2 prosent vilja hava føroysku sendistovuna at vera í Jerusalem.

500 fólk svaraðu kanningini hjá spyr.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369