Eik: Dómur í Hægstarætti í dag

bannari
Eik: Dómur í Hægstarætti í dag
Seinasti fundurin í Hægstarætti var 19. mai, og tá varð málið tikið til dóms eftir viðgerð í rættinum í tvær vikur
Sakarkravið hjá Fíggjarligum støðufesti móti Eik-monnunum er framvegis 250 mió. kr., hóast endurgjaldið tódnaði niður í 28,6 mió. í landsrættinum
 
22.06.2020 - 09:05

Í dag fellur dómur í Hægstarætti í málinum um Eik Bank Danmark.

Eik Bank Danmark var dótturfelag hjá Eik Banka í Føroyum.

Seinasti fundurin í Hægstarætti var 19. mai, og tá varð málið tikið til dóms eftir viðgerð í rættinum í tvær vikur.

Fíggjarligt støðufesti stevndi teimum seks oddamonnunum í Eik-leiðsluni eftir endurgjaldi.

Upprunaliga kravið hjá Fíggjarligum støðufesti var, at danski staturin skuldi fáa 250 milliónir krónur í endurgjaldi fyri tap, tí bankin sum heild varð rikin á skilaleysan hátt, og, at leiðsla bankans sjálv hevði ikki hildið sínar skyldur í seks stórum fíggingarmálum.

Endurgjaldið tódnaði

Endurgjaldið tódnaði tó niður í 28,6 milliónir krónir, tá Eystari landsrættur feldi dóm í oktober í 2018. Og tveir av teimum seks vórðu tá fríkendir. 

Teir fýra, sum vórðu dømdir í Eystari landsrætti, skutu dómin inn fyri Hægstarætt.

Fíggjarligt støðufesti fór eisini í Hægstarætt, men við teimum seks Eik-monnunum, eisini teimum báðum, sum vórðu frídømdir í Eystara landsrætti, og sakarkravið er framvegis tað sama, 250 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017