Skriva álit um at skatta vinning av veiðirættindum

Skriva álit um at skatta vinning av veiðirættindum
Fíggjarnevndin hevur havt nógvar innkallingar, tí uppskotið var ikki til hoyringar frammanundan
Magnus Rasmussen er formaður í Fíggjarnevndini
 
09.06.2020 - 13:41

Málið um at skatta vinning, tá veiðirættindi verða seld, er enn í Fíggjarnevndini, og álit verður skrivað, sigur formaðurin í nevndini.

Tað sama er at siga um hitt málið, sum er um at krevja kapitalvinningsskatt frá fólki, sum býr uttanlands, og tí hava avmarkaða skattskyldu her.

Av tí at landsstýrið sendi ikki tey bæði uppskotini til hoyringar, áðrenn tey fóru í løgtingið, hevur Fíggjarnevndin havt nógvar innkallingar.

Magnus Rasmussen, formaður í Fíggjarnevndini, væntar at fáa seinastu viðmerkingarnar í dag ella í morgin.

Nevndin hevur biðið tey, sum hava verið á fundi við nevndina um málini, um at senda nevndini skrivliga tey sjónarmið, sum tey høvdu á fundunum við Fíggjarnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946