- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verður skipað í embætið sunnudagin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/anne_mette_greve_klemmensen.png?itok=bZJ6al0y)
Sunnudagin 7. juni skipar dómprósturin Anne Mette G. Klemensen, sóknarprest, í embætið í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, skrivar heimasíðan hjá fóllkakirkjuni.
Kirkjuráðini i prestagjaldinum – Havnar kirkja og Nólsoyar kirkja – innstillaðu Anne Mette G. Klemensen til embætið. Hon tók við embætinum 1. apríl.
Ætlanin var, at Anne Mette G. Klemensen skuldi skipast í embætið 19. apríl, men ymsar broytingar at savnast í kirkjunum, í sambandi við koronu-sóttina høvdu við sær, at innsetingin varð útsett.
Anne Mette Greve Klemensen hevur veriå prestur í Fuglafirði síðani í januar 2011.
Nú verður hon skipað í embætið sum sóknarprestur í Havnar kirkju og í Nólsoyar kirkju.
Gerhard til Fuglafjarðar
Gerhard Jónsson Mikkelsen er settur í starvið sum prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi. Hann hevur verið sóknarprestur í Karlslunde Strandkirke í Danmark síðani á vári 2014.
Gerhard Jónsson Mikkelsen skal eftir ætlan byrja í starvinum í september, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni.
Tvær umsóknir vóru til starvið sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi.
Í Fuglafjarðar prestagjaldi eru tríggjar kirkjusóknir, Elduvík, Leirvík og Fuglafjørður. Tvey bønhús eru eisini í prestagjaldinum, á Hellunum og í Funningsfirði.