- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur ikki heimild at viðgera kæru
Hevur ikki heimild at viðgera kæru
Ein maður kærdi, tí Barnaverndartænastan avgjørdi at broyta samveru hansara við børnini, sum eru umsorganaryvirtikin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sjukraroktarfrodingar_covid-19_poding-38.jpg?itok=6kA7g_Si)
Avgerðin varð grundað á Covid-19 og smittuvanda, men kærunevndin hevur ikki heimild at viðgera kæruna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
02.06.2020 - 15:01
Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum kann ikki viðgera eina kæru um eina avgerð, sum er grundað á Covid-19 og smittuvanda.
Kærunevndin hevur ikki heimild at viðgera kæruna, sigur nevndin.
Tí avgerðin er ikki tikin sambært barnaverndarlógini.
Ein maður kærdi, tí Barnaverndartænastan avgjørdi at broyta samveru hansara við børnini, sum eru umsorganaryvirtikin.
Orsøkin til broyttu samveruna var korona.
Kærunevndin mælir kæraranum til at venda sær til Løgtingsins umboðsmann ella Almannamálaráðið við kæruni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV