- Tíðindi, mentan og ítróttur
Finna pengar til standmynd av Andreu Árting
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/andrea_arting.jpg?itok=tPTOqEtj)
Arbeitt verður framvegis við at finna pengar til eina standmynd av Andreu Árting í Havn.
Gunvør Balle, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráði, kom við uppskotinum síðst í november í 2018.
Higartil hevur býráðið latið 650.000 kr, til endamálið.
Onnur hava eisini játtað at stuðla verkætlanini, - higartil tilsamans 110.000 krónur.
Tilmæli um Steinatún
Tórshavnar listaráð mælir til, at standmyndin verður í Steintúni.
Ráðið mælir til at byggja á nøkur fá krøv, millum annað boðskapin um Andreu Árting, sum eru kvinnujavnrættindi, sosialt rættvísi, áræði, áhaldni og sterk kvinnufyrimynd. Verkið skal kennast fólksligt, ikki elitert, forvitnisligt og sjónligt í býarmyndini.
Andrea Árting var forkvinna í Havnar arbeiðskvinnufelag í 40 ár.