Nógv færri skeivleikar við grannskoðara

Nógv færri skeivleikar við grannskoðara
Sjey partafeløg hava fingið bræv frá Skrásetingini, sum hevur kannað 35 ársfrásagnir fyri 2018
Yvir 3.000 feløg skulu lata inn roknskap hvørt ár.
 
01.06.2020 - 15:14

Sjey partafeløg hava fingið bræv frá Skrásetingini, sum hevur kannað 35 ársfrásagnir fyri 2018.

Skrásetingin ger slíkar stakroyndir hvørt ár.

Av teimum 35 ársfrásagnunum, sum blivu kannaðar í fjør, høvdu 19 grannskoðaraátekning og 16 vóru uttan grannskoðaraátekning.

Í sambandi við kanningarnar hevur Skrásetingin skrásett trý ólóglig partaeigaralán, tvey mál um grannskoðarviðurskifti og níggju roknskapir vóru skeivt uppsettir.  

11 prosent av roknskapunum við grannskoðaraátekning vóru skeivir og 44 prosent av teimum, sum ikki høvdu grannskoðaraátekning.

Umframt stakroyndirnar hevur Skrásetingin í sambandi við móttøkueftirlitið við ársfrásagnum, sum eru móttiknar í 2019, stovnað 12 mál.

Tann 31.desember 2018 vóru 3.130 feløg skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497