- Tíðindi, mentan og ítróttur
633 ungfólk í ískoytisskipanini
633 ungfólk í ískoytisskipanini
Skipanin fer úr gildi 30. juni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-04-29-09h31m24s819.png?itok=44tRCj6J)
12.mai vóru 2.763 fólk í lønarískoytisskipanini, so 24 prosent teirra eru ungdómar
29.05.2020 - 09:27
663 teirra, sum vóru í lønarískoytisskipanini hjá ALS tann 12. mai, vóru í aldrinum 16 til 25 ár.
Tað er aldursbólkurin, sum verður brúktur, tá tosað verður um ungdómsarbeiðsloysi.
Tann 12. mai vóru 2.763 fólk í lønarískoytisskipanini, so 24 prosent teirra eru ungdómar.
Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu, sum spurdi um ungdómsarbeiðsloysi, nú korona hevur lagt serliga tænastuvinnuna lamna.
Hann sigur, at veruliga ungdómsarbeiðsloysið kenna vit ikki, fyrr enn skipanin við lønarískoyti fer úr gildi 30. juni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV