Partarnir hugsa um støðuna

Partarnir hugsa um støðuna
Manningarfeløgini og Reiðarafelagið hittast aftur í morgin
Sáttmálin millum manningarfeløgini og Reiðarafdelagið er longdur til annað hvítusunnukvøld, 1. juni
Mynd: Føroya Skipara- og navigatørfelag  
 
28.05.2020 - 10:19

Semingsstovnurin sendi um níggjutíðina í gjárkvøldið samráðingarfólkini hjá teimum trimum manningarfeløgunum og Reiðarafelagnum til hús at umhugsa støðuna.

Partarnir hittast so aftur í morgin.

Semingsroyndin byrjaði á middegi týsdagin. Men tað er langt frá einum semingsuppskoti, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.   

Semingsstovnurin hevur longt sáttmálarnar til á midnátt annað hvítusunnukvøld, mánakvøldið 1. juni. Sáttmálarnir fóru úr gildi 1. apríl, men eru longdir nakrar ferðir síðani tá.

Arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar

Seinnapartin týsdagin slitnaðu samráðingarnar millum tey fimm arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag. 

Semingsstovnurin og partarnir samdust um at leingja sáttmálarnar til hósdagin 4. juni á midnátt.

Semingsstovnurin og feløgini hittast í dag at leggja semingsroyndina til rættis.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480