Tvær talgildar tænastur rinda mvg í Føroyum

Tvær talgildar tænastur rinda mvg í Føroyum
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni
Netflix er ein stroymingartænasta, sum eisini hevur kundar í Føroyum.
 
27.05.2020 - 10:12

Tvær útlendskar fyritøkur, sum selja talgildar tænastur í Føroyum, sjónvarpssendingar, gjalda meirvirðisgjald í Føroyum.

Tær hava goldið 39,7 milliónir krónur í meirvirðisgjaldi árini 2015 til 2019.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann. Hann sigur, at ikki ber til at siga við vissu, hvussu nógvar útlendskar fyritøkur selja talgildar tænastur í Føroyum fyri meira enn 50.000 krónur. Ongar skrásetingar eru um tað.

Slíkar talgildar tænastur eru at stroyma tónleik, sjónvarp ella filmar og selja spøl, appir og forrit.

Lítil partur í landskassan

Jørgen Niclasen sigur, at TAKS veit ikki, um fólk í Føroyum rinda avgjøld, tá tey keypa talgildar tænastur frá fyritøkum, sama um tær eru skrásettar at rinda meirvirðisgjald í Føroyum ella ikki. Men tey kunnu hava goldið meirvirðisgjald í øðrum londum.

Helst er bara ein lítil partur av hesum pengum komin í landskassan.

Jørgen Niclasen sigur, at hann fer at virka fyri, at hesi pengar koma í landskassan. 

Aksel V. Johannesen sigur, at sambært frágreiðing hjá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, rinda føroyingar avgjøld fyri at brúka talgildar tænastur frá útlendskum fyritøkum, hóast tær ikki eru MVG-skrásettar í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740