- Tíðindi, mentan og ítróttur
Húgvurnar taka skap hjá Marjun Heimá
Drunnurin er latin víðari.
Margretha Christiansen, sum hevur seymað húgvurnar til pisurnar í fleiri enn 30 ár, er givin vegna aldur.
Seymikonurnar í Marjun Heimá hava fingið uppgávuna.
Hoyr samrøðu við Maibritt Jakobsen:
Uppgávan er stór, og hon byrjaði longu í desember, tá farið varð út í miðnámsskúlarnar at taka mát av høvdunum hjá næmingunum.
Íalt 541 húgvur skulu seymast.
Til 325 studentar, 103 á búskaparbreytini, sum fyrr æt HH, 28 tekniskar studentar í Klaksvík, 11 til Miðnám í Vestmanna, 19 næmingar á serbreytunum og til fimm FHS-næmingar í Suðuroy.
Nýggjasta sniðið eiga næmingarnir á serbreytini. Litirnir eru grønt, hvítt og svart. Vanliga verða næmingaráðini tikin við uppá ráð, tá sniðið á húgvunum skal finnast.
Hendan maskinan festir skíggjan í húgvuna.
Hvíti, svarti og reyði liturin verða nýttir til húgvurnar hjá Teknisku studentunum í Klaksvík.
Hetta sniðið er til HF-arnar. Siðbundna reyð-svarta sniðið aftanfyri er til studentarnar.
Korona hevur framskundað alt. Flestu pisurnar eru floygdar longu hálvan juni í ár. Húgvurnar skulu tískil koyrast út til skúlarnar longu í næstu viku. Men tíðarætlanin heldur, lova seymikonurnar í Marjuni Heimá.