- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gongst illa at fáa semju
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/2cb76f80685d7c0f4b354c39c148170b.png?itok=3fSzeHah)
Illa gongst hjá Semingsstovninum at fáa manningarfeløgini og Reiðarafelagið at semjast um nýggjar sáttmálar.
Byrjað varð á middegi í gjár.
Terje Sigurðsson, semingsmaður, væntar ikki, at nakað semingsuppskot kemur í dag.
Semingsstovnurin hevur longt sáttmálarnar til á midnátt annað hvítusunnukvøld, mánakvøldið 1. juni.
Longdir fleiri ferðir
Sáttmálarnir fóru úr gildi 1. apríl, men eru longdir nakrar ferðir síðani tá.
Seinnapartin í gjár slitnaðu samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag. Semingsstovnurin og partarnir samdust um at leingja sáttmálarnar til hósdagin 4. juni á miðnátt.
Semingsstovnurin og feløgini hittast í morgin. Men tá verður eingin seming.