- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havstovan søkir eftir nótaskipi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/notaskip.jpg?itok=InAWeS69)
Havstovan søkir nú eftir nótaskipi at gera vísindaligar rannsóknir av makrelstovninum í summar.
Hetta er partur av kanning, sum Føroyar, Ísland og Noreg gera í felag.
Rannsóknirnar verða fíggjaðar við granskingarkvotu, og upp í 1900 tons eru sett av at fíggja rannsóknirnar.
Kvotan kann fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verður latin sum eginkvota, sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi.
Sigla 1. juli
Rannsóknirnar verða frá 29. juni til 24. juli í ár. Fyrstu dagarnir verða brúktir til fyrireikingar, og væntandi verður siglt 1. juli.
Skipið skal bera útreiðslurnar, sum Havstovan hevur í sambandi við makrelkanningarnar í summar. Tær verða mettar til umleið 600.000 kr.
Útreiðslurnar eru til ymsa útgerð í sambandi við kanningarnar, umframt útreiðslur hjá Havstovuni í sambandi við sigling og til at viðgera dátur og sýn, sum verða tikin umborð.
Endaligu úteiðslurnar verða gjørdar upp eftir túrin.
Freistin at søkja er 3. juni, sigur Havstovan.