- Tíðindi, mentan og ítróttur
Navnið spillir ongan ella ...
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/5349a63bb0b3e9e613540a198e5eb14f.png?itok=zOis_IiU)
Danska Familjurættarhúsið hevur kunngjørt lista við seinastu 3.000 fornøvnunum, sum danska navnanevndin hevur góðkent. Nú eru tilsamans 44.000 góðkend fornøvn í Danmark, - nøvn, sum eru langt frá danska navnasiðinum.
Fyrr hevur tað verið grundreglan í danskari navnalóggávu, at navnið skal ikki verða til ampa fyri barnið, og ein ikki so langur listi var við góðkendum nøvnum. Í 2006 varð danska navnalógin liberaliserað, og nú myndugleikarnir góðkenna mest sum alt, rópar ein ráðmaður á Frederiksberg í kjakinnleggi í Kristiligt Dagblad, varskóð.
Piphat, Zozo og Diddedarling eru nøkur av nýggju nøvnunum, sum eru komin á danska navnalistan. Eisini eru nøvnini Anuson, Heile, Ko, Offer, Kristus, Sørgen, Kaktus, Rasmusbailey, Villads-luke og Ziggimagnus - og fleiri túsund onnur komin á listan.
Ikki til ampa í Føroyum
Í Føroyum er tað Navnanevndin, sum í fyrstu syftu ger av, um eitt ikki-góðkent navn kann verða givið. Einki verður nevnt um, at navnið ikki skal vera til ampa fyri barnið, men dentur verður lagdur á, at navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur, tá ið kallað verður upp eftir fólki í ættini.
Fæst góðkenning frá Navnanevndini, er hetta nóg mikið til at fáa navnið skrásett hjá kirkjubókførandi prestinum í sóknini. Sýtir navnanevndin, kunnu foreldrini kæra avgerðina til Umhvørvisstovuna.