Góð 3500 fólk í ískoytisskipanini hjá ALS

bannari
Góð 3500 fólk í ískoytisskipanini hjá ALS
Nú eru 3504 fólk skrásett í lønarískoytisskipanini hjá ALS.
 
11.04.2020 - 12:52

3.504 fólk eru nú skrásett í serligu lønarískoytisskipanini hjá ALS.

Og tað er rættiliga javnt býtt millum kynini. 

1.753 kvinnur og 1.751 menn eru í skipanini. 

Flest fólk eru skrásett í Suðurstreymi. Har fáa 1.597 lønarískoyti. 

Harnæst kemur Eysturoyggin, har 735 fólk fáa ískoyti, og Norðoyggjar, har 400 fólk eru skrásett. 

Lægsta talið av skrásetingum er í Sandoynni, har 47 fólk fáa lønarískoyti.

Talið av arbeiðsleysum er eisini vaksið nakað síðstu vikurnar. 

Í farna mánað vóru 276 móttakarar av arbeiðsloysisstuðli, men tað talið er nú 343.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948