Ver varin á netinum

Ver varin á netinum
Løgreglan rópar varskó, nú ymiskar heimasíður, facebookbólkar og appir heita á fólk um at deila persónligar upplýsingar og vitan um korona
Løgreglan rópar varskó, nú ymiskar heimasíður, facebookbólkar og appir heita á fólk um at deila persónligar upplýsingar
 
01.04.2020 - 17:12

Løgreglan rópar varskó, nú ymiskar heimasíður, facebookbólkar appir eru komnar, sum heita á fólk um, at deila persónligar upplýsingar og vitan um sjúkuna fyri at lýsa, hvussu nógv fólk eru smittað.

Løgreglan mælir tí fólki frá, at taka niður appir, melda seg til privat átøk ella at fólk á annan hátt lata frá sær upplýsingar um heilsustøðuna.

Væl at merkja, um tað ikki eru upplýsingar til heilsumyndugleikarnar í Føroyum.

Fólk kunnu ikki vera vís í, um upplýsingarnar eru í røttum hondum og ikki verða brúktar til óviðkomandi endamál, ávarar løgreglan um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109