Endurskoða skipan í ríkisfelagsskapinum

Endurskoða skipan í ríkisfelagsskapinum
Síðani 2018 hevur dentur verið lagdur á at endurskoða fiskivinnuøkið í DGF-skipanini
Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, hevur svarað fyrispurningi um DGF-skipanina
 
25.03.2020 - 10:48

Skipanin millum londini í ríkisfelagsskapinum, DGF-skipanin, skal endurskoðast.

DGF stendur fyri Danmark, Grønland og Føroyar.

Fyrst í 2018 byrjaðu embætisfólk í teimum trimum londunum at enduskoða skipanina. Serliga skuldi fiskivinnuøkið endurskoðast. Danska stjórnin setti arbeiðið í gongd. 

Fólkatingsval

Men endurskoðanin var ikki liðug, tá fólkatingsval varð skrivað út í fjør vár.

Nýggj stjórn tók við í Danmark eftir valið. Og hon er sinnað at halda fram við endurskoðanini, sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri.

Hann hevur svarað einum spurningi frá Bertel Haarder, fólkatingsmanni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946