WHO tekur frámæli um ibuprofen aftur

bannari
WHO tekur frámæli um ibuprofen aftur
Einki dømi er um, at heiivágurin hevur neiliga ávirkan á fólk, sum eru smittað, sigur WHO
 
19.03.2020 - 08:28

Heimsheilsustovnurin, WHO, tekur nú sínar ávaringar um at brúka ibuprofen sum linnandi heilivág fyri koronavirus aftur. 

Tað skrivar DR á heimasíðuni. 

Fyrradagin mælti WHO frá at brúka ibuprofen, tí heilivágurin inniheldur ipren. Orsøkin var, at fronsk gransking segði seg kunna staðfesta, at ibuprofen gjørdi sjúkueyðkennini av koronavirusinum verri. 

Men nú er vent í holuni, og á Twitter tekur WHO sítt frámæli móti ibuprofen aftur. 

- Við tí vitan, vit hava í løtuni, so mæla vit ikki fólki frá brúka ibuprofen. Vit vita eink idømi um, at ibuprofen hevur neiligar ávirkan á fólk, sum eru smittað við koronavirusinum, skrivar WHO á Twitter. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050