Roðin: 15 fólk hava boðið sær til at hjálpa

bannari
Roðin: 15 fólk hava boðið sær til at hjálpa
Jóngerð Guttesen, leiðari á Roðanum, fegnast um, at eldrasamstarvið fær hjálp, nú koronasmittan herjar
Sjóvarlon á Strondum er partur av Roðanum
 
19.03.2020 - 12:41

15 fólk hava boðið sær til at hjálpa til hjá Roðanum.

Eldrasamstarvið hjá kommununum á Skálafjørðinum, Roðin, lýsti fyrr í vikuni eftir fólki, ið kundu koma at hjálpa teimum at vera um fólkini á ellis- og røktarheimunum.

- Higartil hava 15 fólk boðið seg fram, og tað eru vit ómetaliga glað fyri, sigur Jóngerð Guttesen, leiðari.

Tey, ið hava boðað frá, at tey vilja hjálpa, eru lesandi á Heilsuskúlanum og sjúkrarøktarfrøðislesandii,  eisini pensjóneraðir sjúkrarøktarfrøðingar hava boðið seg fram. 

Støðan er góð

- Støðan á heimunum hjá Roðanum er annars góð í løtuni. Men vit hava biðið um hjálp, fyri at binda um heilan fingur. Tí, um vit brádliga fáa forfall, sleppa vit undan at leita eftir fólki tá, sigur Jóngerð Guttesen. 

Summi av teimum, sum hava boðið seg fram, eru longu farin til arbeiðis. Tað er serliga reingerð, ið tey kunnu hjálpa við, umframt at loysa ymiskar uppgávur hjá dagligu starvsfólkunum, soleiðis at tey eru leys at vera meira um tey gomlu, sigur leiðarin.

- Vit hava eisini sett eyka starvsfólk, soleiðis at fleiri kunnu vera um tey gomlu, nú tey ikki kunnu fáa vitjan av familjunum. Vit gera alt fyri, at tey ikki skulu kenna seg einsamøll.

Skilja støðuna

Jóngerð Guttesen sigur eisini, at hýrurin á ellisheimunum tykist vera góður. Tey gomlu skilja væl støðuna og góðtaka, at tey mugu vera meira avbygrd. 

- Hóast fleiri hava meldað seg til at hjálpa okkum, eru fleiri vælkomin at melda seg til. Vit hava brúk fyri so nógvum, sum til ber. Tað er ikki neyðugt at hava nakra fakliga bakgrund ella royndir sum so. Øll kunnu loysa onkra uppgávu, sigur Jóngerð Guttesen, leiðari á Roðanum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463