- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona: Manningin á Ågot landar sjálv
Korona: Manningin á Ågot landar sjálv
Prisurin er góður, 28 kr. fyri kilo, skrivar Norðlýsið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/agot1.png?itok=TNZ9znQ6)
Manningin á Ågot landar sjálv, og hon svevur eisini umborð
19.03.2020 - 15:44
Manningin á Ågot, frystilínuskipinum í Klaksvík, hevur sín egna máta at sleppa undan korona.
Ågot kom á Klaksvík í morgun við 150 tonsum. Teir hava roynt norðanfyri í 28 dagar.
Fyri ikki at fáa koronasmittuna umborð, landar manningin sjálv, og teir sova eisini umborð.
Nýggjan túr leygarkvøldið
Onkur avvarðandi hjá manningini er í sóttarhaldi. Ætlanin er at fara nýggjan túr leygarkvøldið.
Ågot rundfrystir fiskin. Tað mesta hendan túrin er toskur, men nakað av hýsu er eisini uppíí, skrivar Norðlýsið.
Prísurin er góður, skrivar blaðið, 28 krónur fyri kilo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV