- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvar royndir fyribyrgja
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/korona.jpg?itok=__vxbRBQ)
Í lítla, italska býnum Vo, sum var í miðdeplinum av evropeiska koronaútbrotinum, hevur tað eydnast at steðga útbreiðsluni av virussinum, og nú verða eingir nýggir tilburðir staðfestir, skrivar Financial Times.
Allir teir 3.300 íbúgvarnir í býnum nær Venezia eru kannaðir og endurkannaðir, sama um teir høvdu sjúkueyðkenni ella ikki.
Tey, ið høvdu verið í samband við smittað fólk, vórðu øll koyrd í sóttarhald.
Royndir og avbyrging rigga
Andrea Crisanti, ein smittuserfrøðingur við Imperial College í London, sum var partur av smittutálmanini í Vo, heitir á lond, sum hava avmarkað royndir av fólki - millum annað Bretland og USA - at økja um talið av royndum.
Væleydnaða avbyrgingin í Vo er eitt dømi um, at royndir og avbyrging av berarum, riggar.
Hesin hátturin er eisini hann, sum heimsheilsustovnurin, WHO, harliga viðmælir, skrivar Financial Times.
Boðskapurin frá WHO mánadagin var: Kannið, kannið, kannið.