- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hagstovan eigur ongan lut í málinum
Hagstovan vil ikki hava sitandi á sær, at hon hevur misrøkt skyldu sína at dagføra hýrurnar hjá fiskimonnum.
Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur viðgjørt eina kæru um Trygdargrunnin, sum noktaði at geva innlit í hýrurnar í 2018, undrast á, at Hagstovan ikki dagførdi hýrurnar hjá fiskimonnum.
Hagstovan sigur, at hennara lutur í hesum máli er óviðkomandi.
Gilli Wardum, stjóri í Hagstovuni, sigur, at hann segði Løgtingsins umboðsmanni fyri einari tíð síðani, at Hagstovan fekk liðug tøl um hýrur frá Fiskimannafelagnum.
Men í 2018 boðaði Fiskimannafelagið frá, at felagið brúkti nærum eitt ársverk til at gera hagtølini. Felagið avgjørdi tí at raðfesta orkuna til annað virksemi. Tí hevði Hagstovan eingi hýratøl fyri 2018.
LUM varð kunnað
Løgtingsins umboðsmaður fekk eisini at vita, at tølini koma frá Trygdargrunninum.
Hagstovan hevur havt samband við Trygdargrunnin. Tað vísir seg tó at vera ivasamt, um tað ber til at endurskapa hagtøl eftir sama leisti, sum Fiskimannafelagið í nógv ár brúkti. Tí eru hýrurnar ikki dagførdar, sigur Hagstovan.
Hagstovan vil ikki hava sitandi á sær, at hon hevur niðurraðfest hagtølini um hýrurnar. Og Hagstovan fer nú eftir tølunum hjá Trygdargrunninum um hýrurnar.