BankNordik bjóðar gjaldskáa í eitt hálvt ár

bannari
BankNordik bjóðar gjaldskáa í eitt hálvt ár
Vinnukundar kunnu eisini fáa gjaldførishjálp
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.03.2020 - 16:12

BankNordik bjóðar nú bæði privat- og vinnukundum bankans gjaldskáa í eitt hálvt ár, og harvið leingja afturgjaldstíðina av láninum. 

Hjá privatkundum er hetta galdandi fyri øll vanlig lán, t.d. til bústað og bil.

Møguleiki er eisini at fáa játtan um fyribils trot á kredittum.

Gjaldførishjálp

Hjá vinnukundum, sum hava mist, ella vænta at missa umsetingin heilt ella partvíst, er eisini møguleiki at fáa gjaldførishjálp.

BankNordik sigur, at støði verður tikið í viðurskiftunum og fíggjarstøðuni hjá tí einstaka lántakaranum.

Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, sigur, at tiltøkini skulu vera við til at tryggja, at fyritøkur og húsarhald koma ígjøgnum fíggjarligu avbjóðingarnar, í sambandi við Covid-19.

Tiltøkini koma í gildi alt fyri eitt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050