Sjey føroyingar smittaðir afturat

bannari
Sjey føroyingar smittaðir afturat
Tilsamans 18 føroyingar hava nú fingið staðfest coronavirus, upplýsa myndugleikarnir í morgun
 
16.03.2020 - 07:56

Sjey føroyingar afturat eru smittaðir við COVID-19. Tað staðfesta kanningar, sum vórðu gjørdar í gjár. Tað upplýsir landslæknin í morgun.

Sostatt hava tilsamans 18 føroyingar fingið staðfest coronavirus. Tilsamans 199 føroyingar eru nú í sóttarhaldi, og 517 eru kannaðir fyri smittuna.

Tað upplýsir Løgmansskrivstovan á heimasíðuni corona.fo. Í gjár vórðu gjørdar tilsamans 190 kanningar, staðfestir Heilsmálaráðið.

Rætting: Myndugleikarnir upplýstu fyrr í morgun, at talið var økt til 21. Myndugleikarnir rættaðu síðani talið til 18, og tá varð hendan greinin eisini dagførd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050