- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eykajáttan til útreiðslur av sóttarhaldi

Landsstýrismaðurin hevur biðið løgtingsins fíggjarnevnd um 2,3 milliónir krónur, og hann hevur sent umbønina mikudagin 11. mars.
Landsstýrið arbeiðir við øllum alvi við at fyribyrgja, at coronasmittan ikki breiðir seg í Føroyum. Í løtuni sita 122 fólk í sóttarhaldi. Farsóttarnevndin hevur heimild til at seta tiltøk í verk fyri stegða smittuni.
Tiltøkini hava fíggjarligar útreiðslur við sær, og tær eru ikki fevndar av vanligari rakstarjáttan hjá landsstovnum. Tí hevur Kaj Leo Holm Johannesen biðið um eina eykajáttan.
2,3 milliónir eru ein leyslig meting
– Tað er ikki gjørligt at vita, hvussu útreiðslurnar fara at hátta sær. Leysliga verður mett, at tørvur verður á 2,3 milliónir krónur til organisering, serfrøði, gisting, vistarhald og annað.
Higartil hevur verið neyðugt at leiga íbúðir og Hotel Vágar. Helst verður eisini neyðugt at útvega fasilitetir til sóttarhald aðrastaðni í landinum.
– Biðið verður um at 1,7 milliónir krónur verða játtaðar. til gisting og vistarhald og 600.000 krónur til organisering, serfrøði, serligan flutning og annað, stendur í umbønini um eykajáttan.