- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpshúsið er stongt

Leiðslan í Kringvarpi Føroya hevur hert átøkini í royndini at forða fyri, at starvsfólk verða smittað.
- Tað hevur millum annað við sær, at Kringvarpið er stongt fyri gestum, sum ikki hava nakran leiklut í aktuella tíðindaflutningum.
sigur stjórin, Ivan Hentze Niclasen.
Vanligar tænastur verða avgreiddar
Móttøkan verður stongd, og teir fáu gestirnir, sum koma á gátt í samband við aktuella tíðindaflutningin, verða læstir inn av avvarðandi tíðindafólki.
Starvsfólkini í móttøkuni arbeiða heimanífrá, og avgreiða vanligar tænastur sum telefonmóttøku, kunngerðir, andlát o.a.
Goymið Gekkarnar
Gekkurin heldur fram, so leingi Dagur og Vika eru í luftini.
Tað ber heldur ikki til at koma í Kringvarpið við gekkaseðlum til serliga dráttin um tveir bilar.
- Fólk verða tí biðin um at goyma gekkaseðlarnar til nærri kunning kemur, sigur Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum.
