- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsustøðan skal kannast
Heilsustøðan hjá teimum, sum eru 75 ár og eldri, skal nú kannast.
Granskingarráðið hevur játtað Landsfelagi Pensjónista 308.000 kr. til endamálið.
Landsfelag Pensjónista stendur fyri verkætlanini, sum verður gjørd í samstarvi við Mariu Skaalum Petersen, ph.d., lektara og leiðara fyri Deplinum fyri Heilsu og Almannagransking.
Landsfelag Pensjónista sigur um verkætlanina, at tað verður ofta tosað um, hvussu støðan er hjá pensjónistum, men tørvur er á vitan og neyvari ábendingum um, hvussu umstøðurnar hjá teimum eldru veruliga eru.
Fyri at sleppa undan bara at halda og gita, hvussu støðan er hjá teimum eldru 75+, hevur Landsfelagið heitt á Gallup Føroyar og Mariu Skaalum Petersen, granskara, um at gera hesa kanning saman við Landsfelagnum.
Vitanin skal brúkast til at skipa tey átøk, sum Landsfelag Pensjónista arbeiðir fyri, eitt nú tilboð til at betra heilsustøðuna, hóskandi bústaðarúrval og flutningstænastur.
Men endamálið er eisini at fáa ábendingar um umstøður, sum eru góðar, og eiga at stuðlast víari.
Landsfelag Pensjónista vísir á, at sum málgagn fyri pensjónistar hevur felagið tørv á hesi vitan sum amboð í samskifti við landsmyndugleikarnar, kommunurnar o.s.fr.