Lóg um doping og matchfixing í ítrótti

Lóg um doping og matchfixing í ítrótti
Óreiðilig ávirkan á ítrótt - matchfixing - verður revsað, um lógaruppskotið verður samtykt
Jenis av Rana, landsstýrismaður
 
29.02.2020 - 13:29

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur borið løgtinginum lógaruppskot um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti. 

Lógaruppskotið gevur landsstýrismanninum heimild at góðkenna felagsskap, sum skal hava dopingeftirlit í Føroyum. Talan er bæði um eftirlit við skipaðum ítrótti og vinnurekandi venjingarmiðstøðum.

Harafturat verður óreiðilig ávirkan á ítrótt - vanliga kallað matchfixing - revsað, verður lógaruppskotið samtykt. 

Matchfixing er, tá úrslitið av eini ítróttarkapping verður avtalað frammanundan. Endamálið við matchfixing er sum oftast at fáa peningaligan vinning. 

27 uppskot

Tá freistin at lata løgtinginum uppskot, sum skulu viðgerast í hesi tingsetuni, fór á middegi í gjár, hevði landsstýrið latið tinginum tilsamans 27 uppskot.

In.fo skrivar, at andstøðuflokkarnir hava latið tinginum tilsamans 25 uppskot, sum skulu viðgerast tað, sum er eftir av hesi tingsetuni.

Jonhard Klettheyggj, stjóri á løgtingsskrivstovuni, vil ikki upplýsa, hvussu nógv uppskot eru borin løgtinginum til eftirkanning. 

Tað verður ikki upplýst fyrr enn seinasta framløgudag, sum er fríggjadagin 6. mars, sigur hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859