Danske Spil vil hava fólk at spæla minni

Danske Spil vil hava fólk at spæla minni
Fyritøkan hevur gjørt 10 uppskot, sum skulu avmarka lýsingarnar
Summi spæla ov nógv, heldur Danske Spil
 
26.02.2020 - 10:19

Ov nógvir danir spæla ov nógv, og tí mælir Danske Spil til at avmarka lýsingar, sum fáa fólk at spæla um nógv ymiskt.

Danske Spil hevur gjørt 10 uppskot, sum skulu avmarka lýsingarnar, skrivar Ritzau.

Danske Spil vil m.a. avmarka lýsingar um spæl, tá ítróttarkappingar eru, og kend fólk, sum eitt nú Brian Laudrup og Pilou Asbæk, skulu ikki longur vera í lýsingum um spæl, tí teir fáa uttan iva fólk at spæla meir enn gott er.

Uppskotini um broytingar koma, eftir at lýsingar um spæl eru trífaldaðar seinastu sjey árini.

Taka væl ímóti uppskotinum

Miðstøðin fyri ludomani, sum venur fólk av við at spæla, tekur væl ímóti uppskotunum.

- Eg haldi, at politiska rákið er ímóti lýsingum fyri spølum, sigur leiðarin á miðstøðini fyri ludomani, Michael Bay Jørsel.

Herfyri fanst danski skattamálaráðharrin at nógvu lýsingunum, sum fáa fólk at spæla ov nógv, og hann nevndi m.a., at Brian Laudrup átti ikki at verið í slíkum lýsingum.

Tað fekk felagið Uni Bet at finnast at ráðharranum. Felagið vísti á, at lýsingarnar verða sendar úr Bretlandi, og koma tí ikki undir danska lóg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948