- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður ella løgkvinna
Løgtingið fer í dag at viðgera spurningin, um stýrisskipanarlógin skal broytast, so kvinnur í landspolitikki eita fólk og ikki menn. Orðið maður í stýriskipanarlógini skal broytast til fólk.
Løgtingsmaður skal verða løgtingsfólk til dømis. Og embætismaður skal eita embætisfólk.
Men samgonguleiðarin kann eita antin løgmaður ella løgkvinna.
Tingkvinnurnar, Ingilín Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, mæla til at broyta stýriskipanarlógina.
Avgera sjálvi
Tær siga, at fólk gera sjálvi av, um tey kalla seg løgtingsmaður ella løgtingskvinna, tingmaður ella tingkvinna og landsstýrismaður ella landsstýriskvinna.
Tó verða heitini løgmaður, løgtingsformaður og næstformaður standandi í lógini, men ein kvinna kann kalla seg løgkvinna, løgtingsforkvinna ella næstforkvinna.
At broyta stýriskipanarlógina er ikki bara sum at siga tað.
Broytingin skal fyrst samtykkjast í einum valskeiði.
Síðani skal hon aftur í løgtingið, eftir at val hevur verið, og verða samtykt har óbroytt í fyrstu setuni hjá tí nývalda tinginum.
Á tingfundunum í dag, sum byrjar byrjar kl.11, fer Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, at svara skrivligum fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um útisiglarar og inngjald til Heilsutrygd.