16.500 fleiri gistingar í fjør

16.500 fleiri gistingar í fjør
Flestu ferðafólkini eru úr Danmark
Í fjør vóru 168.000 gistinætur í gistingarhúsum
 
18.02.2020 - 11:11

Fleiri og fleiri gista í Føroyum, vísa tølini hjá Hagstovuni.

Í fjør vóru 168.000 gistinætur í gistingarhúsum. Tað eru 16.500 fleiri enn í 2018. Vøksturin er 11 prosent.  

Ein gistinátt er hvør einstøk nátt, sum fólk gistir í gistingarhúsi.Býr eitt fólk seks dagar á hotelli, er talan um seks gistinætur.

Flestu ferðafólkini, næstan ein triðingur, eru úr Danmark. Føroyingar eigur sjálvir 18 prosent.

Gista hálvatriðju nátt

Í miðal gista ferðafólk úr útlondum góða hálvatriðju nátt, føroyingar hálvaaðru nátt.

Vøksturin í fjør var serliga tíðliga á sumri og seint á heysti. Góð 40 prosent av teimum, sum gista í gitingarhúsi, eru í arbeiðsørindum.   

Umframt gistingarhúsini eru ból og biti, hús, íbúð og kamping.  Hagstovan fær ikki at vita, hvussu nógv brúka airbnb í Føroyum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151