- Tíðindi, mentan og ítróttur
14 nýggjar fiskivinnuroyndir í ár
14 nýggjar fiskivinnuroyndir í ár
Fiskimálaráðið fekk 34 umsóknir, og søkt varð um góðar 13 milliónir kr.

18.02.2020 - 09:23
Fiskimálaráðið hevur latið pengar til 14 nýggjar fiskivinnuroyndir í ár.
Harumframt er framhaldandi játtan latin seks verkætlanum. Tvær teirra byrjaðu í 2018 og fýra byrjaðu í fjør.
Tær 20 royndirnar fáa átta milliónir og 550.000 kr. í ár, í 2021 og 2022.
Í ár fáa tær seks milliónir og 310.000 kr.
Fingu 34 umsóknir
Fiskimálaráðið fekk 34 umsóknir um pengar til fiskivinnuroyndir í ár. Søkt varð um 13,3 mió. kr. í ár.
Men játtanin er bara 6,5 mió. kr.
Játtanin til fiskivinnuroyndir er minkað úr 8,6 milliónum, sum hon var í 2017.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV