Vága floghavn: 47% útlendingar og 53% føroyingar

Vága floghavn: 47% útlendingar og 53% føroyingar
Ferðafólkatalið í fjør setti aftur met, og neyðugt er at byggja farstøðina á flogvøllinum út sum skjótast, sigur stjórin á flogvøllinum
Ferðafólktalið í Vágum í fjør setti aftur met
 
13.02.2020 - 14:52

47 prosent av teimum, sum komu og fóru um flogvøllin í fjør, vóru útlendingar. 53 prosent vóru føroyingar og føroyingar, sum búgva uttanlands.

Tað vísa hagtøl hjá Vága floghavn.

2019 var fyrsta árið, at flogvøllurin savnaði hagtøl um bústað hjá ferðafólkum. 

Vága floghavn sigur, at hóast skipanin byggir á sjálvbodna skráseting, má hon metast at vera neyv. Tí ferðafólk sleppa bara gjøgnum trygdarkanningina við at trýsta á ein skíggja, har tey upplýsa landið, tey búgva í.

Ferðafólkatalið setti met

424.281 fólk komu og fóru um flogvøllin í fjør, og tað er met. Vøksturin er 12,3 prosent samanborið við árið fyri.

Nýggi stjórin í Vága floghavn, Regin I. Jakobsen, sigur, at einki bendir á, at talið á ferðandi fer at minka.

Hóast útboðið at flogsetrum er vaksið, síðani SAS fór at flúgva millum Vágar og Keypmannahavn, vísa tølini hjá Vága floghavn, at tað hevur ikki havt neiliga ávirkan á ferðandi við Atlantic Airways.

Regin I. Jakobsen sigur í tíðindaskrivi, "at heldur enn at køkan bara er skorin øðrvísi, bendir alt á, at køkan er vorðin størri," sum hann tekur til.

Regin I. Jakobsen sigur, at nú gistingarmøguleikarnir veksa, veksur trýstið eisini á floghavnina, og neyðugt er at byggja ferðafólkafarstøðina út sum skjótast. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824