Samráðast nú við Kommunala arbeiðsgevarafelagið

Samráðast nú við Kommunala arbeiðsgevarafelagið
Samráðingarleiðari hjá Starvsmannafelagnum er Súni Selfoss, og samráðingarleiðari hjá kommununum er Anita Fuglø
Paratarnir handaðu krøvini á fyrsta samráðingarfundinum í gjár
Mynd: Starvsmannafelagið  
 
12.02.2020 - 09:12

Sáttmálasamráðingarnar millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið eru byrjaðar.

Fyrrapartin í gjár góvu feløgini hvørt øðrum sáttmálakrøvini.

Samráðingarleiðari hjá Starvsmannafelagnum er Súni Selfoss, og samráðingarleiðari hjá kommununum er Anita Fuglø.

Næsti fundurin verður týsdagin í næstu viku, 18.februar. 

Sáttmálaøkið umfatar starvsfólk, sum arbeiða hjá kommunum og kommunalum felagsskapum.

Fund við sjúkrarøktarfrøðingarnar í morgin

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur fund við felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í morgin, og í næstu viku skal Lønardeildin hitta Lærarafelagið og Akademikarafelagið.

Samráðingnar eru ikki byrjaðar enn við onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. 

Sáttmálarnir hjá 15 fakfeløgum fóru úr gildi 1.oktober í fjør.

Sáttmáli er gjørdur við eitt felag, Starvsmannafelagið.

Hjá 12 fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum fara sáttmálarnir ikki úr gildi fyrr enn 1.oktober í ár, tí teir eru galdandi í trý ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109