- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar hava gott mót
Føroyingar hava gott mót.
Konjunkturbarometrið gongur upp, og treystitalið í januar var hægri enn tað var í seinastu fimm kanningum.
Slíkar kanningar verða gjørdar tvær ferðir um árið.
Miðaltreystitalið er nú 32, sigur Hagstovan.
Byggir á spurnarkanningar
Treystitalið byggir á fimm spurnarkanningar um fíggjarstøðuna í landinum og ikki minst um útlitini.
Húsarhald, tilfeingisvinna og annar ídnaður, byggivinnan, handilsvinna og tænastuvinna eru spurd.
Vit skulu aftur til juli 2014 fyri at finna eitt tal sum er størri enn 32. Í juli í 2014 vart treystitalið 37.
32 er miðaltalið. Sammett við talið í fjør juni, er talið hjá brúkarum tó farið úr 19 niður í 5.
Hjá byggivinnuni er treystitalið farið úr 13 niður í minus eitt.
Hjá øðrum vinnum er talið farið upp, mest hjá tænastuvinnuni, úr 39 upp í 53, hjá tilfeingisvinnuni úr 13 upp í 35, og hjá handilsvinnuni úr 23 upp í 29.