Breddin: Mismunur, javnstøða og plastbann

Breddin: Mismunur, javnstøða og plastbann
Trý evni eru á Breddanum í útvarpinum seinnapartin
Ingilín D. Strøm og Beinir Johannesen kjakast um plast í Breddanum í dag
 
28.01.2020 - 11:33

Menn fáa meiri burtur úr hvørjari krónu, sum teir rinda til pensjón, enn kvinnur. Er tað í lagi, ella skal tað broytast?

Tann spurningin seta vit millum annað Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og Pæturi Niclasen, formanni í S&K felagnum.

Saman við 18 øðrum fakfeløgum mynda tey trý fakfeløgini p/f Fakfelag, ið eigur ein triðing av tryggingarfelagnum LÍV.

Javnstøða

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur sett nýggju javnstøðunevndina. Nýggj forkvinna er Mai Laksáfoss Simonsen, ið avloysir Ólavur Ellefsen.

Men hvørji mál eru tey mest átrokandi at loysa á javnstøðuøkinum.

Vit tosa við fráfarandi formannin, og fáa nýggju forkvinnuna á gátt í útvarpsstovuni.

Plastbann

Skal óneyðugt einnýtisplast bannast, og hvat er yvirhøvur óneyðugt?

Tað skal løgtingið skal taka støðu til í næstum, nú Ingilín D. Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskot fyri tingið um at banna óneyðugum einnýtisplasti.

Frammanundan er tó greitt, at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum,  er ikki so heitur fyri at loysa trupulleikar við forboðum.

Ingilín D. Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, og Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, koma at kjakast um málið.

Breddin í útvarpinum í dag klokkan 17.05


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114