- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kim Kielsen umhugsar at stilla uppaftur

Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, hevur ikki tikið endaliga støðu til, um hann skal stilla uppaftur til formanssessin í landsstýrisflokkinum Siumut.
Tað er langt síðani, at Kim Kielsen boðaði frá, at hann ætlaði ikki at stilla uppaftur, men síðani hevur hann drigið á bæði.
- Eg havi sagt, at eg vísi ikki aftur at stilla upp til formansvalið, og tað gjørdi eg, eftir at skurðviðgerðin í hjartanum eydnaðist væl.
- Av heilsuávum bað eg í november í fyrraárið flokkin um at finna eitt annað formansevni, men nú eri eg væl fyri, og heilsan er eingin forðing. Men eg má tosa við familjuna og baklandið fyrst, sigur Kim Kielsen við Semitsiaq.
Tað er greitt, at stríðsval verður um formansessin í Siumut, sama um Kim Kielsen stillar upp ella ikki.
Næstformaðurin í flokkinum, Karl Kristian Kruse, hevur longu boðað frá, at hann stillar upp, og nú hevur Vivian Motzfeldt, forkvinna í landstinginum, eisini boðað frá, at hon fer at stilla upp til formansvalið í flokkinum.
