Nógv ferðafólkaskip til Noregs

Nógv ferðafólkaskip til Noregs
2.665 ferðafólkaskip fara at vitja í Noreg í summar, og við teimum vera 4,7 milliónir fólk
 
25.01.2020 - 09:55


Í ár fara 2.665 skip við ferðafólkum at vitja í Noreg, og tilsamans vera 4,7 milliónir fólk við skipunum, skrivar Nettavisen.

Talan er um nógv fleiri skip enn í fjør, og tað hendir, hóast norska ferðavinnan mælir til at minka um talið av ferðafólkaskipum.

Talan er um ein vøkstur í skipum uppá 18 prosent og í ferðafólki er vøksturin 26 prosent, í mun til í fjør.

Eftir ferðaætlanini hjá skipunum, fara 700.000 fólk at vitja í Bergen, 120.000 fleiri enn í fjør, í Stavanger verður vøksturin úr 464.000 til 500.000 í ár og í Ålesund verður vøksturin úr 337.000 upp í 420.000 fólk í ár.

Á fleiri øðrum plássum verður eisini talan um stóran vøkstur, skrivar NRK.

Metingin fyri árið vísir, at 63 prosent av nógvu skipunum fara at vitja norskar havnir frá juni og til august.

Mælt verður til ein ferðafólkaskatt, og at nógv størri umhvørviskrøv verða sett til skipini sum vitja, tí tey økjast í tali fyri hvørt ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962