- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jarðskjálvti í Turkalandi
Jarðskjálvti í Turkalandi
Minst 20 fólk eru deyð og yvir 1000 skadd.

25.01.2020 - 10:00
Minst 20 fólk lótu lív og yvir 1000 eru skadd eftir ein haråðan jarðskjálvta í eystara partinum av Turkalandi í gjárkvøldið.
Fleiri fólk eru ikki komin afturíaftur.
Skjálvtin varð máldur til 6,8, og í morgun fóru bjargingarlið at leita eftir fólkum í nógvum bygningum sum vórðu javnaðir við jørðina. M.a. verður leitað eftir fólkum í einum bygningi sum var í fimm hæddum, og sum hoknaði saman. Eitt fólk er funn9ð á lívi í leivdunum, skrivar AFP.
Erdogan, forseti, sigur í morgun, at øll neyðug hjálp verður latin teimum sum hava tørv á tí.
Myndugleikarnir hava givið boð um at lata fleiri skúlar og ítróttarhallir upp, so fólk kunnu fáa hjálp.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV