Frætta frá semingsfólkunum seinnapartin

Frætta frá semingsfólkunum seinnapartin
Starvsmannafelagið og Lønardeildin frætta seinnapartin frá Semingsstovninum, hvat skal henda næst í royndunum at finna semju millum partarnar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.01.2020 - 11:52

Nú er ein vika síðani, at Lønardeildin sendi boð eftir Semingsstovninum, tí so langt var millum tað, sum Starvsmannafelagið krevur í lønarhækking, og tað, sum Fíggjarmálaráðið vil lata.

Semingsstovnurin hevur síðani kannað tilfar hjá pørtunum, og hann hevur eisini tosað við partarnar. 

Halda fram at samráðast við onnur feløg

Hóast Semingsstovnurin er boðsendur í samráðingunum við Starvsmannafelagið, heldur Lønardeildin fram við samráðingunum við onnur fakfeløg.

Tey eru higartil Lærarafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Akademikarafelagið. Sáttmálarnir, sum Lønardeildin hevur við 15 fakfeløg, fóru úr gildi 1. oktober í fjør.

Hjá 12 fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum fara sáttmálarnir ikki úr gildi fyrr enn 1. oktober í ár, tí teir eru galdandi í trý ár. Lønarhækkingin hetta triðja árið hjá teimum er 2,5 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962