Kanningar: Útlendingar skulu ikki keypa hús her

bannari
Kanningar: Útlendingar skulu ikki keypa hús her
Tvær nýggjar spurnakanningar, sum Kringvarpið hevur gjørt, vísa greitt, at tað ikki skal vera loyvt útlendingum, at keypa hús í Føroyum
Skal tað vera loyvt útlendingum, at keypa hús í Føroyum? Nei, heldur meginparturin av teimum spurdu í tveimum nýggjum spurnakanningum
 
23.01.2020 - 15:29

Skal tað vera loyvt útlendingum, at keypa hús í Føroyum?

Spurningurin hevur elvt til kjak teir seinastu dagarnar eftir at stjórin í Betri Heimi, Kára á Dunga, fyrr í vikuni rópti varskó, og heitti á politiska myndugleikan um at viðgera málið.

Og spyrt tú føroyingar, er tað stutta svarið: Nei.

Tað skal ikki vera loyvt útlendingum at keypa hús í Føroyum. Tað er greiða niðurstøðan í tveimum ymiskum spurnakanningum, sum eru gjørdar í dag. spyr.fo gjørdi ta einu, Kringvarpið gjørdi hina.

Sama, greiða niðurstøða í báðum spurnakanningum

Í kanningini hjá spyr.fo svaraðu 61 prosent, at tað ikki skal vera loyvt útlendingum framhaldandi at keypa privata ogn í Føroyum. 21 prosent svaraðu, at útlendingar skulu kunna keypa hús í Føroyum, 18 prosent svaraðu "Veit ikki."

Í løtuni siga 75,9 prosent í kanningini hjá Kringvarpinum, at tað ikki skal vera loyvt útlendingum at keypa hús í Føroyum. 24,1 prosent siga, at útlendingar skulu kunna keypa hús í Føroyum.

Spurningurin, um útlendingar framhaldandi skulu kunna keypa privatognir í Føroyum, er eisini eitt av evnunum í Breddanum klokkan 17:05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109