Putin hækkar stuðulin til barnafamiljur

Putin hækkar stuðulin til barnafamiljur
Í miðal áttu russiskar kvinnur 1,5 børn í fjør, men í 2024 skal miðatalið verða 1,7 børn
 
17.01.2020 - 09:18

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur boðað frá, at hann fer at geva foreldrum ískoyti, sum fáa fleiri børn.

Tað boðaði hann frá, tá hann helt røðu í tjóðartinginum.

Í fjør áttu russiskar kvinnur í miðal 1,5 børn, men títtleikin skal økjast upp í 1,7 børn í 2024, sigur russiski forsetin.

Fyri at fáa fólk at fáa fleiri børn, lovaði forsetin at geva teimum eitt ískoyti.

50.000 kr.

Ískoytið verður 50.000 kr, tað verður í dag givið foreldrum sum fáa sítt næsta barn.

- Tað er neyðugt at stuðla tey ungu, sum seta búgv, tí tey vilja uttan iva eisini at fáa børn, segði Putin.

Russiski forsetin ætlar eisini at hækkka stuðulin til fátækar familjur.

Tey fáa stuðul, til barnið fyllir trý ár. Tað skal í framtíðini vera, til barnið er fylt sjey ár.

Grundlóg

Í røðuni róði Vladimir Putin eisini fram undir ætlanina um at hava eina fólkaatkvøðu at broyta grundlógina, so tjóðartingið fær størri vald.

Han kom kortini ikki nærri inn á tann spurningin.

Men hann legði dent á, at forsetin framvegis skal hava eina sterka støðu í russiska samfelagnum, skrivar Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369