19 vilja vera stjóri á Umhvørvisstovuni

19 vilja vera stjóri á Umhvørvisstovuni
Landsstýrismaðurin fær tilmæli frá setanarbólkinum í næstu viku
 
17.01.2020 - 11:03

19 umsóknir eru til stjórastarvið á Umhvørvisstovuni.

Freistin at søkja fór 10. januar.

Herálvur Joensen, aðalstjóri í  frá umhvørvis- og vinnumálaráðnum, sigur við R7, at setanatilgongdin er byrjað, og tilráðingin verður klár hjá landsstýrismanninum at taka støðu til í næstu viku.

Petur Nielsen fór frá sum stjóri á Umhvørvisstovuni  í summar.

Hann gjørdi eina fráfaringaravtalu, eftir at bygnaðarbroytingar, ið hann setti í verk, vórðu tiknar aftur.

Heilsu- og Innlendismálaráðið ikki tók undir við bygnaðarbroytingunum.

Ætlanin var millum annað at leggja deildirnar Tinglýsing og Matrikul saman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109