Fólkatalið minkar eisini

Fólkatalið minkar eisini
Hóast fólkatalið í Føroyum vaks 1,6 prosent frá 1. desember í 2018 til 1. desember í 2019, minkaði tað í seks kommunum hetta árið
Fólkatalið í Skúvoyar kommunu minkaði sjey prosent frá 1. desember 2018 til 1. desember 2019
 
16.01.2020 - 07:13

Størsta minkingin var í Skúvoyar kommmunu, sjey prosent. Fólkatalið minkaði fimm prosent í Hovi og færri fólk vóru á Viðareiði, í Skopun, Porkeri og í Sumba 1. desember í fjør enn 1. desember í 2018.

Fólkatalið minkaði 0,3 prosent í Sandoyar sýslu, men vaks í øllum øðrum sýslum í landinum. Størstur vøksturin í prosentum er í Eysturoynni, 2,5 prosent.

Í fólkum er størsti vøksturin í Tórshavnar kommunu, har vóru 332 fleiri fólk 1. desember í fjør enn 1. desember í 2018. 1. desember í fjør búðu 52.067 fólk í Føroyum, 807 fleiri enn árið fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Leygardag 22. februar
Morgunlestur leygardagur 22.februar 2025
186662
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990