- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skeiðið skal skapa áhuga fyri yrkinum

Skeiðið hjá Heilsuskúlanum er málrættað kunning til tey, sum longu starvast á økinum.
Tað sigur Jórun Petersen, leiðari á skúlanum, eftir at bæði Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelagið hava funnist at ætlaða skeiðinum fyri ófaklærd.
Heilsuskúlin og eldrasamstørvini bjóða eitt skeið, sum vendir sær til tey ófaklærdu, ið arbeiða á eldraøkinum.
Skeiðið er fýra dagar.
Tey bæði fakfeløgini siga, at tað er ikki uppgávan hjá Heilsuskúlanum at bjóða slík skeið út. Tað skulu eldrasamstørvini taka sær av.
Kann útvega fleiri umsøkjarar
Leiðarin á Heilsuskúlanum heldur hinvegin, at eitt slíkt skeið júst kann brúkast til at útvega fleiri umsøkjarar, og skapa áhuga fyri útbúgvingunum, sum skúlin bjóðar.
- Í hesum føri royna vit at kunna tey, sum arbeiða í yrkinum frammanundan. Hetta er eitt stutt skeið, og tað kann ikki setast í staðin fyri fullu útbúgvingina, svarar Jórun Petersen.
Hon leggur afturat, at ófaklærd eru ein sjálvsagdur málbólkur hjá einum skúla.
- Vit hava fyrr skipað fyri skeiðum fyri ófaklærd fyri Arbeiðsloysisskipanina. Og tað var væl móttikið og umrøtt á skúlanum frammanundan, eisini av fakfeløgunum, ið eru limir í okkara útbúgvingarráði, sigur Jórun Petersen.