- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jenis handar mentanarvirðislønir í næstu viku
Jenis handar mentanarvirðislønir í næstu viku
Hesa ferð verður Sjónleikarhúsið í Havn karmur um hátíðarløtuna

10.01.2020 - 09:08
Mentanarvirðislønir Landsins verða handaðar 15. januar, tað er mikudagin í næstu viku.
Hesa ferð verður Sjónleikarhúsið í Havn karmur um hátíðarløtuna, tá nøkur av okkara listafólkum skulu heiðrast.
Mentanarvirðisløn Landsins er 150.000 krónur.
Harumframt verður handað "Heiðursgáva Landsins" upp á 75.000 krónur, og eisini "Serstaka virðisløn landsins".
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, handar virðislønirnar
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV