- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatalið tvífaldað í Sunda kommunu

Fólkatalið í Sunda kommunu er vaksið dupult so nógv sum fólkkatalið annars í Føroyum.
1.januar vóru 15 ár liðin, síðani seks kommunur í Streymoynni og Eysturoynni løgdu saman í Sunda kommunu.
Tá kommunurnar løgdu saman 1.januar 2005, var fólkatalið 1.557.
Nú er tað 1.806. Vøksturin er 249 fólk, 16 prosent.
Átta prosent tilsamans
Í øllum landinum er vøksturin hesi árini átta prosent, sigur Sunda kommuna í tíðindaskrivi.
12 bygdir eru í Sunda kommunu.
Í fimm bygdum, teimum smáu, er fólkatalið minkað.
Í Nesvík er fólkatalið minkað 100 prosent, har býr eingin nú, í Saksun er fólkatalið minkað 69 prosent hesi 15 árini, við Gjógv 46 prosent, í Haldarsvík 34 prosent og tað er minkað 32 prosent í Tjørnuvík.