Nólsoyarstova er seld

Nólsoyarstova er seld
Keyparin hevur ætlanir við húsunum, men vil ikki avdúka tær enn
Mynd: Ogn.fo  
 
09.01.2020 - 13:12

Eini hjún í Tórshavnar kommunu hava keypt Nólsoyarstovu í Gongini í Havn.

Húsini eru illa farin, og skulu tí umvælast fyrst.

Keyparin hevur ætlanir við húsunum, men vil ikki avdúka tær enn.

Bygd í 1780

Húsini eru søgulig. Tey eru bygd í 1780.

Grundøkið er 236 fermetrar stórt, og búviddin er 422 fermetrar. Tríggjar hæddir eru umframt kjallari. 

Keyparin vil ikki siga, hvussu nógv, Nólsoyarstova er keypt fyri.

Men uppskotið um prís var sjey milliónir krónur, skrivaði in.fo, tá húsini vórðu lýst til sølu í august í fjør.

Navnið Nólsoyarstova stavar frá Jákupi Nolsøe, sum var handilsforvaltari í Havn og beiggi Nólsoyar Páll.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990