Almenna samferðslan avlýst og skúlar stongdir

Almenna samferðslan avlýst og skúlar stongdir
Øll almenn samferðsla er fyribils avlýst, og fleiri skúlar hava avlýst alla skúlagongdina
 
08.01.2020 - 08:11

Allar Bygdaleiðir hava avlýst koyringina í dag, og allar Oyggjaleiðirnar eru eisini avlýstar fyribils. Smyril siglir væntandi fyrsta túrin klokkan 11:30, og Teistin klokkan 18:35.

Fleiri fólkaskúlar hava eisini avlýst alla skúlagongdina í dag, og dagstovnarnir í Sundalagnum og á Velbastað hava eisini boðað frá, at teir eru stongdir í dag.

Heldur ikki býarbussarnir í Klaksvík koyra fyribils í dag, upplýsir Klaksvíkar kommuna. Hesir skúlar hava, tað sum útvarpið veit um, stongd í dag vegna veður:

Fuglafjarðar skúli, Tofta skúli, Skúlin í Eysturkommunu, Runavíkar kommunuskúli, skúlarnir í Hósvík, Hvalvík og við Streymin, Tvøroyrar skúli og Vágs skúli. Miðnámsskúlin í Suðuroy er eisini stongdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130